Heilsurøktari, heilsuhjálpararog avloysarar

Søkt verður eftir heilsurøktara frá 1.desembur 2017 ella eftir avtalu, á starvsbrøk 0,5 í blandaðum vaktum.

 Førleikakrøv

  • Prógv, autorisatión, upplýsingar um starvsroyndir  og evt. viðmæli
  • At tú hevur royndir innan demens økið
  • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg
  • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum

Søkt verður somuleiðis eftir tveimum heilsuhjálparum  frá 1. oktobur 2017 ella eftir avtalu.

Ein á starvsbrøki 0,7 í blandaðum vaktum, og ein á starvsbrøki 0,75  í blandaðum vaktum

Førleikakrøv

  • Prógv, upplýsingar um starvsroyndir  og evt. viðmæli
  • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg
  • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum

Søkt verður eftir avloysarum til tímalønt arbeiði skjótast tilber.

Er tú yvir 18 ár og hevur tú tíð og hug til at royna teg innan eldraøki , hava vit tørv á álítandi avloysarum. Tú fær  góða upplæring .

Vaktirnar eru á øllum stovnum í økinum og á útiøkinum.

Førleikakrøv

  • Evt.Prógv og  autorisatión ( ikki krav )
  • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg
  • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum
  • At tú hevur koyrikort ( ikki krav )

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran        Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot(at)ot.fo

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi  26.09-2017.

Umsóknin skal sendast til :

Økistænastuna  í Sandoyar Sýslu,  Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost ot(at)ot.fo                    Att: Randarsól  Kristiansdóttir