Námsfrøðingur og hjálparfólk til Dagstovnin á Velbastað

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu og einum hjálparfólki til vøggustovuna ávíkavist 30 tímar og 20 tímar um vikuna at byrja 6. november 2017.

Starvið sum hjálparfólk er tíðaravmarkað til 13. juli 2018.

UM OKKUM
Dagstovnurin á Velbastað liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina og er karmur um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.

Vit leggja dent á ein grønan hugburð og eitt fjølbroytt og mennandi umhvørvi, har børn og vaksin trívast.

Vit hava góðar umstøður bæði inni og úti. Umframt bólkarúmini / stovurnar hava vit millum annað:

stórt felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
vælútgjørt endurnýtsluverkstað og snikkaraverkstað
stóran og góðan garð við haga og ymiskum vøkstri, fjølbroyttum
lendi, lítla fitta á, eini vakrari smáttu har til ber at kynda bál,
fótbóltsvølli og mangt annað
eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av
ymsikum slag

UM STØRVINI
Tú verður partur av einum góðum toymi við eldhugaðum og dugnaligum starvsfólki. Sum starvsfólk á dagstovni er tín leiklutur er m.a. at skapa eitt fjølbroytt, mennandi og trygt umhvørvi fyri børnini.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum, sum stovnurin
og nærumhvørvið leggur upp til
tekur undir við okkara grøna hugburði í einum mennandi umhvørvi og
teimum virðum, vit hava her á staðnum
ert fakliga áhugað/-ur
ert nærverandi, hjartalig/-ur og ábyrgdarfull/-ur
hevur góð samstarvsevni og yvirblikk

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Um ongin námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

UMSÓKN
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir verða sendar til torshavn@torshavn.fo seinast týsdagin 26. september 2017.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Gunrid Hansen, stovnsleiðara á telefon 218132 / 328121 ella umvegis heimasíðuna www.velbarn.fo.