Starvsfólk til Dagstovnin í Øksnagerði

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir einum námsfrøðingi til serstovuna Bólið og einum reingerðarfólki til stovnin.

VIT SÓKNAST EFTIR
einum námsfrøðingi til serstovuna Bólið at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 30. oktober 2017 til 13. juli 2018 ella eftir nærri avtalu. Verður námsfrøðingur ikki settur, kann starvsfólk við viðkomandi útbúgving ella royndum verða sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA
eitt áhugavert og týdningarmikið starv í einum dagstovni, har vit leggja stóran dent á at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi at trívast og mennast í. Vit leggja m.a. eisini stóran dent á at arbeiða við viðurkennandi námsfrøði, rørslum og góðum sambandi millum børn, foreldur og starvsfólk.

VIT VÆNTA, AT:

tú ert fakliga væl fyri og dugir væl at samstarva og samskifta
tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
tú ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit
tú ert tolin og nærverandi
tú ert ágrýtin og vil vera við til at geva børnunum ein tryggan og
mennandi gerandisdag

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

VIT SÓKNAST EISINI EFTIR
einum reingerðarfólki at gera reint á stovninum 3 tímar um dagin eftir kl. 17.00 mánadag – fríggjadag, tilsamans 15 tímar um vikuna at byrja 26. september 2017.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 25. september 2017. Sendið umsóknina til torshavn@torshavn.fo.

MEIRI FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, telefon 219959.