Tíðaravmarkað starv í Dagrøktini í Runavík

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloysara fyri hjálparfólk í Spælistovuni hjá Dagrøktini í tíðarskeiðnum frá 15. okt. 2017 til 15. juli 2018. Starvið er 20 t. um vikuna.

Vit bjóða

· Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
· Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðsluni

Vit vænta at umsøkjarar

· kunna arbeiða sjálvstøðugt
· hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
Í dagrøktini eru børn í aldrinum 0 – 3 ár

Setanarviðurskifti 
Hjálparfólkastarvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 44 85 94 ella 22 85 94.

Umsóknarfreist 26. sept. 2017