Føroya besti sneakerseljari til The Athlete´s Foot

Vit søkja eftir Føroya besta sneakersseljara til The Athlete´s Foot í miðbýnum.

Dámar tær væl sneakers, ert tú ein evnaríkur seljari, ið vil vera ein partur av The Athlete´s Foot´s-toyminum? so send okkum eina umsókn, her tú greiðir frá tínum førleikum, og hví akkurtát tú ert okkara næsti persónur í toyminum.

Ert tú okkara næsti starvsfelagi, vilja vit, at tú ert: ” Tænastusinnaður, arbeiðssamur, kundarvinarligur og álítandi. ” Klárur til tær ymisku avbjóðingarnar og vil læra nakað nýtt. ” Dámar væl at hava við fólk at gera. ” Kenna til teir ymisku sosialu miðlanar The Athlete’s Foot er ein altjóða sneakerketa við einum samansettum vøruúrvali av sneakers og klæðum.

Okkara missión er “Sport with Style’. The Athlete´s Foot hevur yvir 518 handlar í 29 londum.

Tað, sum eyðkennir handlarnar hjá The Athlete´s Foot, er, at vit hava tey bestu merkini av sneakers við sínum serligu litum og sermodellum.

Umfrant skógvar hava vit eisini klæðir, ið eru neyvt útvald og passa væl til úrvalið av sneakers hjá okkum.

Ert tú okkara nýggi seljari, so send okkum tína umsókn við mail til taf@intersport.fo Vit gleða okkum at hoyra frá tær. The Athlete´s Foot