Námsfrøðingur til serstovuna Bólið í Dagstovninum í Øksnagerði

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til serstovuna Bólið í dagstovninum í Øksnagerði at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 3. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Bólið er ein serstova til barnagarðsbørn, sum hava kontakt- og samskiftistrupulleikar.

VIT KUNNU BJÓÐA
Vit bjóða eitt áhugavert og týdningarmikið starv í einum dagstovni, har vit leggja stóran dent á at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi at trívast og mennast í. Vit leggja m.a. eisini stóran dent á at arbeiða við viðurkennandi námsfrøði, rørslum og góðum relatiónum millum børn, foreldur og starvsfólk.

Arbeiðið í Bólinum er væl skipað, og vit nýta Boardmaker myndir, so dagurin gerst meira týðiligur fyri børnini.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

ert fakliga væl fyri og dugir væl at samstarva og samskifta
hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit
ert tolin og nærverandi
vil vera við til at geva børnunum ein tryggan og mennandi gerandisdag

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og vitan innan autismu.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi sunnudagin 18. mars 2018.

NÆRRI FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, telefon 219959.