Sosialráðgevarar til deildina Menning

Almannaverkið søkir eftir trimum sosialráðgevarum at arbeiða á deildini Menning, sum er deild í Viðskiftadeplinum.

 

Um størvini

  • 2 størv á ¾ tíð at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er í gerandisdagar í dagtímunum
  • 1 starv á fulla tíð at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er í gerandisdagar í dagtímunum.

 

Um Menning

Aðalendamálið hjá deildini Menning er at virka fyri at menna og stuðla borgarum til størri sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt. Vit hava skipað okkum í fýra toymi. Toymini arbeiða innan økini arbeiðsbúgving, endurmenning, fyritíðarpensjón og ávísing til trivnaðartænastur v.m. Arbeitt verður m.a. eftir lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, forsorgarlógini og pensjónslógini. Á Menning starvast 21 sosialráðgevar og ráðgevar um alt landið, og deildin hevur samband við eini 1300 borgarar um árið.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Stuðla borgarum at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin.
  • Virka fyri at veita endurmenning til borgarar, so teir fáa eitt virkið arbeiðs- og heimalív.
  • Viðgera og tilmæla umsóknir um fyritíðarpensjón.
  • Visitatión av borgarum til Trivnaðardeplin, sum hava tørv á stuðli, búplássi, umlætting og viðgerðar- og virkistilboði.

 

Førleikar

Útbúgving sum sosialráðgevi

 

Væntanir

Tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur har hann er, skiltur og hjálptur. Tú ert tænastusinnað/ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, soleiðis at møtið við Almannaverkið verður einfalt.

Tú hevur hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um deildir, og tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran.

Væntað verður, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir og breiða vitan innan sosialfakligt arbeiði, umframt viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvsfelagar hjá Almannaverkinum. Eisini væntað vit, at tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir at orða teg í skrift og talu.

 

Vit kunnu bjóða

Vit kunnu bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv, har møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á deildini Menning. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

 

Starvið er flokkað í 7. lønarflokki eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Sosialráðgevi til Menning”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21.03.2018 kl. 12.00.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elina Ludvig, deildarleiðara, telefon 347030.