Ergoterapeutur til Medisinska depilin

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum ergoterapeuti til somatisku deildina. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. april 2018 ella eftir avtalu.

Ergoterapideildin er skipað sum sentral ergoterapideild, ið veitir tænastu til deplarnar. Deildin er ein tvørgangandi eind, sum arbeiðir við innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er ergoterapi ein týðandi partur av viðgerð, sum er knýtt at sergreinum. Somuleiðis er ergoterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongd. Ergoterapeutarnir kanna, viðgera og eftirmeta ymiskar sjúklingabólkar. Stórur dentur verður lagdur á, at sjúklingurin hevur ávirkan á gongdina.

Dentur verður lagdur á

  • Góðkenda útbúgving sum ergoterapeutur
  • Ert ágrýtin og broytingarsinnað/ur
  • Ágrýtni
  • Góð samstarvsevni
  • Opinleiki og erlig/ur
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

  • Innanhýsis frálæru i ergoterapeutbólkinum
  • Eitt spennandi starv við sera fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
  • Nýggjar spennandi fakligar avbjóðingar hvønn dag
  • Samstarv við ymiskar fakbólkar
  • Samstarv við uttanhýsis stovnar

Í løtuni verður arbeitt við at leggja ergoterapiina saman við fysioterapiini og tí er umráðandi at tola broytingar í starvinum.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Pernille Frandsen, virkandi leiðandi ergoterapeut, tlf. 304599, lokal 5780 ella til Ingun Gaardbo, depilsleiðara á Medisinska deplinum, tlf. 304599, lokal 6102.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 23. mars 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv”.