Flogmekanikaralærlingur til Atlantic Airways í Føroyum

Hevur tú gott høvd, góðar hendur og góðan hug til framkomnan mekanikk?

Dámar tær væl at hava skil á tingunum og arbeiða eftir forskriftum?

Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum toymi, sum tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur eru til reiðar at fara á flog?

–So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Okkara lærlingar fáa eina holla og umfatandi innleiðslu í og vitan um viðlíkahald og umvæling av flogførum og tyrlum
–bæði innan mekanikk, pneumatikk, hydraulikk og elektronikk.

Alt hetta er neyðugt fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.
Vit leita nú eftir lærlingi við røttu eginleikunum og rætta hugburðinum, sum kann gerast partur av felagnum.

Tínir eginleikar

  • Tú skalt hava hug til at arbeiða bæði við pappíri og teldu–og serliga hava evni og handalag til at arbeiða við amboðum, tøkni og mekanikki.
  • Tú hevur vanligan kunnleika í enskum, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert ágrýtin og hevur góð samstarvsevni.

Lærutíðin
Lærutíðin er umleið fýra og eitt hálvt ár.
Handverksfrálæran fer fram í Føroyum og møguliga á útistøðunum hjá felagnum og á øðrum viðkomandi verkstøðum.
Skúlaskeiðini fara fram á TEC-skúlanum í Hvidovre í Danmark. Í lærutíðini er løni ásett sambært sáttmála millum Atlantic
Airways og avvarðandi fakfelag. Tað er eitt krav, at umsøkjarar hava grundskeið í flogmekanikki, 10. flokk og støddfrøði á C stigi.

Umsóknir
Hevur tú hug at koma í læru sum flogmekanikari, kanst tú senda okkum eina skrivliga umsókn saman við CV, mynd, prógvum og viðmælum til starv@atlantic.fo

Umsóknarfreistin er tann 20 mars 2018.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources