Námsfrøðingar til Dagstovnin Kura

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Kura eftir námsfrøðingum.

  • Fýra størv í vøggustovu á 25 tíma viku at byrja skjótast tilber
  • Ein avloysara 5-10 tímar, fastar tíðir eftir avtalu

VÆNTANIR

  • Hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni, til at virka fyri góðum samstarvið við foreldur, børn og starvsfelagar
  • Ágrýtin, hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið
  • Megna at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og avgerðir, og samstundis varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um eingin skikkaður námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Connie Lassen, stovnsleiðara, á telefon 221323.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum o.ø. skal sendast til Tórshavnar kommunu sum teldubræv á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 23. mars 2018.