Reingerðarfólk til Frítíðarskúlan í Hoyvík, Klubb 188 og Hoyvíkar skúla

Tórshavnar kommuna søkir reingerðarfólk til bygningin á Vegnum langa 23, 188 Hoyvík at byrja sum skjótast.

Starvið er tímalønt 15 tímar um vikuna – áleið 600 tímar árliga. Arbeiðstíðirnar eru yrkadagar frá kl. 14.00 til 17.00.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • ert álítandi og ábyrgdarfullur persónur
  • ert fyrikomandi, fleksibul og arbeiðsom/-samur
  • ert likamliga og sálarliga væl fyri
  • megnar at skipa arbeiðið sjálv/-ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • kanst arbeiða eftir álagdari vaskiætlan

Í bygninginum eru frítíðarskúli, ungdómsvirksemi og skúli.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært viðkomandi yrkisfelag.

MEIRA FÆST AT VITA 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum verður at senda til torshavn@torshavn.fo