Tíðaravmarkað starv á Aktuelt

Aktueltdeildin søkir eftir einum tíðindafólki at byrja skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til 31. august 2019.

Tað er ein fyrimunur, um tú ert útbúgvin journalist, men ikki ein treyt. Tú skalt tó hava royndir við journalistikki og vera útbúgvin innan fjølmiðlar ella hava aðra viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, sum kunnu verða javnsettar.  Tú skalt hava dirvi at tora at avdúka tað, sum onnur vilja fjala.

Føroyska málið er títt arbeiðsamboð. Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu, og vera eins fermur við einum penni ella knappaborði, sum við einari mikrofon.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka
  • Eitt sjálvstøðugt arbeiði, sum tú kanst seta tín dám á
  • Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum

Tú skalt

  • duga at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • duga undir tíðartrýsti at síggja, hvat er viðkomandi og hvat er óviðkomandi
  • arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ein søga skal forteljast

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreist o.a.

Umsókn til starvið skal vera Kringvarpi Føroya í hendi í seinasta lagi 25. mars. 2018. Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Heina Gaard, virkandi leiðara á aktueltdeildini, á telefon 296554.

Umsókn við lívsrensli (CV), viðkomandi skjølum og ummælum skulu sendast til hg@kvf.fo


Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Kringvarpsstjórin stjórnar stovninum við tilvísing til stýrið, ið telur sjey limir. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum, ískoytisveitingum og eydnuspølum. Kringvarp Føroya hevur 4 deildir: Aktuelt, Mentan, Tøkni og Fyrisiting. Umleið 80 fólk eru í føstum starvi á stovninum.