5 starvsfólk at starvast í sambýli og frítíðartilboðum í Tórshavn

Í sambandi við, at nøkur starvsfólk í Eind 5 eru farin at starvast í nýggjum tilboði í Eindini, verður søkt 5 starvsfólkum. Vit sóknast eftir námsfrøðingi, heilsurøktara ella ergoterapeuti, sum ynskja at vera við til at bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag. Starvstaðurin verður í Sambýlinum á Grønlandsvegi, í Frítíðartilboðnum í Svanga, á Sambýlinum í Stoffalág 64, í Bú-og viðgerðarstovninum í Børkugøtu 2a og 2b og í Frítíðartilboðnum Serligt Skipað Miðnám á Tinghúsvegnum.

Um størvini

Tvey fólk at arbeiða ávikavist í Sambýlinum á Grønlandsvegi og í Frítíðartilboðnum í Svanga

  • 1 starv á 40 tímar um vikuna at byrja 01.06.2018 ella so skjótast tilber. Starvsstaðurin er í báðum støðum. Í sambýlinum eru arbeiðstíðirnar skiftandi dag-, kvøld-, og náttarvaktir og annað hvørt vikuskifti, tilsamans 23 tímar um vikuna. Í frítíðartilboðnum eru arbeiðstíðin seinnapartar, tilsamans 17 tímar um vikuna.

Í hesum starvinum er neyðugt, at umsøkjarar hava koyrikort til bil.

  • 1 starv á 27 tímar um vikuna at byrja 15.06.2018 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv. Starvsstaðurin er í báðum støðum. Í sambýlinum eru arbeiðstíðirnar kvøld- og vikuskiftisvaktir, tilsamans 7,5 tímar um vikuna. Í frítíðartilboðnum er arbeiðstíðin seinnapartar, tilsamans 19,5 tímar um vikuna.

Eitt fólk at starvast ávikavist í Sambýlinum á Stoffalág 64 og í Frítíðartilboðnum Serligt Skipað Miðnám – SSM á Tinghúsvegnum

  • 1 starv á 40 tímar um vikuna at byrja 01.06.2018 ella skjótast tilber. Starvsstaðurin er í báðum støðum.

Í sambýlinum eru arbeiðstíðirnar skiftandi dag- og kvøldvaktir og triðja hvørt vikuskifti, tilsamans 32,5 tímar. Í Frítíðartilboðnum SSM er arbeiðstíðin seinnapartar, tilsamans 7,5 tímar um vikuna.

Frítíðartilboðið á Tinghúsvegnum er eftir skúlatíð, og er ætlað næmingum sum ganga á Glasi og til onnur ung í sama aldri.

Eitt fólk at starvast ávikavist í Sambýlinum á Stoffalág 64, 1. hædd og í Frítíðartilboðnum í Svanga

  • 1 starv á 32,5 tímar um vikuna at byrja 01.06.2018 ella skjótast tilber. Starvsstaðurin er í báðum støðum.

Í sambýlinum eru arbeiðstíðirnar fyrrapartar, tilsamans 10 tímar um vikuna. Í frítíðartilboðnum er arbeiðstíðin seinnapartar, tilsamans 22,5 tímar um vikuna.

Í hesum starvinum er neyðugt, at umsøkjarar hava koyrikort til bil.

Eitt fólk at starvast í Bú- og viðgerðartilboðnum í Børkugøtu 2a og 2b

  • 1 starv á 30 tímar um vikuna at byrja 01.06.2018 ella eftir nærri avtalu. Í Bú- og viðgerðartilboðnum

eru arbeiðstíðirnar skiftandi, fyrrapartar, kvøldvaktir og triðja hvørt vikuskifti.

Førleikakrøv

Útbúgving sum námsfrøðingur, heilsurøktari, ella ergoterapetur. Um eingin við nevndu útbúgvingum søkir, kunnu størvini verða fyribils sett við hjálparfólki.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan. Vit virðismeta ymiskleikar og stuðla borgarunum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva. Harumframt er uppgávan at ráðgeva og vegleiða í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum tey kunnu møta í gerandisdegnum.

Saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða hesum borgarum ein tryggan, skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag. Ein partur av arbeiðinum er at luttaka í fysiskum tiltøkum m.a  svimjing og ítrótt.

Væntanir

Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við skúla og arbeiðspláss. Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan, og at tú við viðurkennandi atburði fært borgaran at kenna seg virdan og tiknan í álvara.

Um Eind 5

Í Almannaverkinum er Eind 5 er partur av Trivnaðardeplinum fyri fólk við menningatarni, fjølbreki og øðrum brekum. Eindin er fyri børn, ung og vaksin við menningartarni.

Til eindina hoyrir Sambýlið Stoffalág 64, Sambýlið í Smærugøtu 29, Sambýlið á Grønlandsvegi 59, Frítíðartilboðið i Svanga, Jolly-klubb, Bú- og  Viðgerðartilboðið í Børkugøtu 2a og 2b, Búfelagsskapurin á Karlamagnusarbreyt 34, Frítíðartilboðið SSM á Tinghúsvegnum og stuðulsfólk.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum – Eind 5. Tann, ið verður settur, má  tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið ella Ergoterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn starv Eind 5” og tilskila, hvat av størvunum verður søkt. Meiri kunning um virksemið á ymsu stovnunum er at finna á www.av.fo undir Bygnaður ella við at trýsta her.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 11.04.2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, á telefon 297426, Randi R. Hentze,  leiðara, á tlf. 297431 ella Teitur Jóannesarson, leiðara, á tlf. 297410.