Byggifrøðingur til húsaumsitingina

Ert tú byggifrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving, við áræði og greiðum ætlanum og dugur tú at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi? So ert tú kanska rætti persónurin til spennandi starv á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu.

Húsaumsitingin er ein deild undir teknisku fyrisitingini. Vit hava ábyrgd av flestu bygninginum á Tórshavnar Kommunu. Fremsta uppgávan er at røkja og umvæla hesar bygningarnar í mun til lógarkrøv og forsvarliga røkt. Húsaumsitingin hevur í eina tíð arbeitt við at gera støðulýsingar av kommunalu bygninginum og gjørt langtíðarætlanir fyri hetta. Viðkomandi fer millum annað at arbeiða við støðulýsingum, raðfestingum av røkt og umvælingum av bygningum.

Á húsaumsitingini starvast ein deildarleiðari og fimm starvsfólk. Trý av hesum eru Byggifrøðingar, ein orkufrøðingur og ein tekniskur designari. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarv við hini starvsfólkini á deildini, við fleiri og ymsum uppgávum í senn. Summar størri, aðrar minni. Tú kemur at taka lut í samstarvinum við aðrar deildir hjá kommununi og partar uttanfyri kommununa.

ARBEIÐSØKI

  • at vera við í arbeiðinum at umsita og røkja kommunalar bygningar
  • at gera útbjóðingartilfar í samband við umvælingar og røkt av bygningum
  • at hava eftirlit við arbeiðum
  • syrgja fyri at myndugleikakrøv verða hildin
  • dygdarmeta verkætlanir, tá okkara egnu bygningar verða projekteraðir
  • at skráseta og gera støðulýsingar av bygningum og raðfesta arbeiðini
  • at gera brunatekningar
  • at skráseta í MdocFM skipanini
  • at luttaka í ymiskum arbeiði á deildini

FØRLEIKAKRØV

  • tú ert útbúgvin byggifrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • tú skal hava vitan um røkt og umvælingar
  • tú dugur at tekna í Revit og / ella AutoCad
  • tú hevur førleika í niðanfyri nevndu forritum
  • tú skalt hava koyrikort

VIT KUNNU BJÓÐA

  • eitt starv við fakligum avbjóðingum
  • góðar møguleikar fyri menning
  • góðar arbeiðsumstøður
  • ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag

VIT VÆNTA, AT TÚ 

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt við fleiri uppgávum í senn
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

Húsaumsitingin nýtir tey vanligu office forritini, umframt Revit / Autocad og MdocFM.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Starvið er fulltíðarstarv.

UMSÓKN
Umsóknir saman við lívsgongdarleið og útbúgvingarprógvum, skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 5. apríl 2018.

Sendið umsóknina til torshavn@torshavn.fo og merkið hana „Byggifrøðingur til Húsaumsitingina“.

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Unn S. Perdomo, deildarleiðara, telefon 302010.