Dagligur leiðari til Kafeina

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum dagligum leiðara til   setan 1. mai 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvsbrøkurin er 0,9 og skiftandi vaktir. Vikuskiftisvaktir   eru umleið 4. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:

Tú hevur dagligu ábyrgdina av Kafeini. Høvuðsuppgávurnar eru planlegging, innkeyp, søla,   borðreiðing, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð.

Førleikar:  

  • tú hevur royndir frá kafearbeiði
  • tú dugir at samskifta í skrift og talu
  • tú hevur hollan kunnleika til kt

Persónligir eginleikar: 

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú tolir stórt arbeiðstrýst
  • tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • tú ert røkin og arbeiðssamur
  • tú ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
  • tú ert fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða: 

  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastum hjá Kafeini
  • felags innleiðsla fyri nýsett starvsfólk umframt upplæring á staðnum
  • eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

 

Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligan leiðara,

telefon 304500, lokal 1260, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 16. apríl 2018

À okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni   ”um stovnin”