FK í Vágum sóknast eftir røskum starvsfólki

Vit sóknast eftir røskum fólki at byrja skjótast til ber í deildini í Sandavági.

Arbeiðstíð: uml. 27 tímar um vikuna og arbeitt verður millum kl. 08.00–17.00 mánadag til og við fríggjadag. Leygardag hevur tú frí.

Arbeiðsuppgávur:

  • At bíleggja vørur
  • At seta vørur á hillarnar
  • At sita við kassan
  • Alt fyrifallandi arbeiði, sum vanligt er innan handil

Vit rokna við, at tú:

  • Ert røkin Ert blídlig/ur av lyndi Ert álítandi
  • Ert lagalig/ur Trívist væl við nógvum og fjølbroyttum uppgávum

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur handilsútbúgving, men ikki ein treyt.

Løn: Sambært S&K sáttmálanum.

Tú fært meira at vita um starvið við at ringja til Jóan Petur Joensen, telefon 221130.

Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan sunnukvøldið 15.04.2018.

FK Vágar

Skaldarvegur 2

FO 370 Miðvágur

Att: Jóan Petur Joensen

Ella sum teldupostur til: jpj@fk.fo