Vit hava tørv á einum námsfrøðingi til eindina hjá Miðstovninum í Hornabø og einum námsfrøðingi til eindina hjá Miðstovnin í Realskúlanum, sum eru undir somu leiðslu.
Miðstovnurin í Hornabø er ein nýggj vøggustova sum lat upp í september 2017 og har ganga 14 børn í løtuni. Realskúlin er ein nýggjur stovnur fyri børn í aldrinum 0-7 ár. Realskúlin letur upp 1. apríl 2018.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Bæði størvini eru føst størv við starvsbyrjan skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 30 / 40 tímar um vikuna.
MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Astu í Toft, stovnsleiðara, á telefon 223667.
UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo
Umsóknarfreistin er 15. apríl 2018.