Námsfrøðingur til Frítíðarheimið í Skrivaragøtu 5

Søkt verður eftir námsfrøðingi  til Frítíðarheimið í Skrivaragøtu.

Talan er um eitt  fast starv, 35 tímar um vikuna, frá 1. mai ella skjótast gjørligt.

Frítíðarheimið er eitt umlættingarheim, fyri heimabúgvandi fólk við menningartarni.  Heimið er ein sjálvsognarstovnur.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi í dag, kvøld, nátt og vikuskiftisvaktum.

Arbeiðið er  at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og  umsorgan, soleiðis at viðkomandi fær eina trygga og innihaldsríka umlættingartíð.

Vit vænta:

– at tú ert námsfrøðingur

– hevur royndir innan økið

– hevur hug og hegnið til at arbeiða í einum námsfrøðiligum umhvørvi og

–  hevur koyrikort til persónbil.

Setananartreytir:

Setanar og lønartreytir, eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv,  v.m.,  skal sendast til Frítíðarheimið á Skrivaragøtu 5, FO 100 Tórshavn ella sum teldupost á friskriv@av.fo .

Nærri upplýsingar um starvið fáast, við at venda sær til Guðrið Nicodemusardóttir, virkandi leiðara á tlf. 313353/297454

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu verða okkum í hendi seinasta lagi 16.04.2018