Sjúkrarøktarfrøðingur til B3, Skurðambulatoriið

Skurðambulatoriið á Skurðdeplinum lýsir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi. Talan er um eitt tíðaravmarka starv til setan frá 1. mai 2018 til og við 31 des. 2018. Starvsbrøkurin er 0,8. Arbeiðstíðin er vanliga í dagvakt, tó kann tað koma fyri við einkultum planløgdum kvøldvaktum.

Skurðambulatoriið B3
Skurðambulatoriið húsast á 3. hædd í B bygninginum og her arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og yvirlæknar innan sergreinarnar; gynekologi, ortopedi, parenkym, urologi og mammae. Eisini virkar deildin sum lærudeild fyri yngri læknar og sjúkrarøktarfrøðilesandi undir útbúgving.

Arbeiðið á Skurðambulatoriinum fevnir um forkanningar, eftirkanningar, diagnostisering, viðgerðir og journalupptøkur. Vit leggja stóran dent á at arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi við at seta fokus á kunning, vegleiðing og upplæran, so sjúklingurin fær og tekur ábyrgd fyri egnari heilsu.

Ambulantir sjúklingar koma til kanningar og viðgerð í vanligari dagtíð. Hetta eru eisini sjúklingar, sum koma til eftirviðgerð aftaná innleggjan og eru hesir beinleiðis ávístir frá kommunulækna ella øðrum serlækna/yvirlækna.

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðøkið
  • evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • eitt opið og jaligt sinni
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • teldukunnleika
  • góðan førleika at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga

Við kunnu bjóða:

  • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Mildrid Rasmusardóttir, varadeildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5406, ella til Elin Vitalis, depilsleiðari/leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, tlf 304500 lokal 5102

Umsóknarfreistin er 6. apríl 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum “Leys størv.”

Um tú hevur trupulleikar við at søkja starvið, vinaliga set teg í samband við okkum á hr@ls.fo