Bókavørður til Landsbókasavnið

Landsbókasavnið søkir eftir avloysara í 1 ár til at byrja 18. juni 2018 ella skjótast til ber.

Starvið

Starvið er parttíðarstarv og arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Arbeitt verður í vaktum.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og arbeiðið fakliga krevjandi og fevnir um m.a.

  • Arbeiði í útláninum
  • Viðlíkahald av bókasavnsskipanini og øðrum kt skipanum hjá Landsbókasavninum.

Førleikar

Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, so sum Bibliotekar DB, ella samsvarandi útbúgving.

Dentur verður eisini lagdur á, at bókavørðurin er sinnað/ur at luttaka í menningaátøkum, og vit rokna við at, at tann, ið sett/ur verður, hevur

  • Góð samstarvsevni
  • Sjálvstøðugt arbeiðslag
  • Góðan tænastuhugburð
  • Góðan teldukunnleika
  • Góðar málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella

annikas@landsbokasavnid.fo

Umsóknarfreistin er 1. juni 2018.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð

____________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.