Savnsvaktir til Tjóðsavnið

Vit søkja fyrikomandi og ábyrgdarvitskar savnsvaktir til framsýningarnar í Brekkutúni 6 og útisavnið í Hoyvík, til summarið 2018.

Søvnini eru opin hvønn dag frá kl.10-17 í tíðarskeiðnum 15. mai til 15. september. Umsøkjarin skal arbeiða eftir ásettari vaktarætlan, íroknað vikuskiftir.

Uppgávurnar fevna millum annað um vaktartænastu á søvnunum, sølu av atgongumerkjum, leiðbeining og annað.

Vit vænta, at tú:

-ert álítandi og fyrikomandi

-ert tænastusinnað/ur

-kann arbeiða sjálvstøðugt, og í toymi

-kann samskifta á fleiri málum – enskum og norðurlendskum

Setanarviðurskiftir
Talan er um tíðaravmarkað starv, sum verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkanna.

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Tjóðsavnið, Rannvá Winkler, savnsvørð, á tlf. 790575.

Skrivlig umsókn skal sendast til rannvaw@savn.fo í seinasta lagið mánadagin 21.mai. Viðmerk teldupostin ”Savnsvaktir til Tjóðsavnið”.

Tjóðsavnið er nýggjur stovnur, ið er samansettur av gomlu stovnunum Føroya Náttúrugripasavn og Føroya Fornminnissavn.