Sjúkrarøktarfrøðingur til Landssjúkrahúsið/Medisinska depilin (4)

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv til B6 skjótast gjørligt á starvsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum, akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið hoyra til somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero- endokrino-, hemato-, reumato-, nephrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Krøv til umsøkjaran:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligur áhugi innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góður telduførleiki
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

Vit bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sonju Nielsen, deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036/lssonni@ls.fo

Umsóknarfreistin er 28.maj.2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA havar verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast áðrenn starvsbyrjan.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, misjón og strategimál, undir leinkinum “Leys størv”.