Starvsfólk til Miklagarð

Kundi tú hugsað tær at arbeitt í Føroya størsta matvøruhandli? Ert tú ágrýtin, jalig/ur, álítandi og fyrikomandi? So er tað júst tær vit leita eftir.

Miklagarður hevur tørv á

  • fólki til kassan, 30 tímar um vikuna
  • fólki til kioskina, 30 tímar um vikuna
  • fólki kassan, aftaná skúlatíð

Vit bjóða eitt hendingaríkt og mennandi arbeiðspláss við út við 50 starvsfólkum. Starvið verður sett sum skjótast, og lønin er sambært S&K.

Áhugaði kunnu senda umsókn til aj@sms.fo, Arnbritt Johansen, starvsfólkaleiðara í Miklagarði, ella ringja á tlf. 233437, um tú vilt hoyra nærri.