KOKKALÆRLINGUR TIL HOTEL VÁGAR

Vit leita eftir kokkalærlingi til Hotel Vágar.

Tú fer at arbeiða saman við einum spennandi toymi, har tað er ferð á.

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, har ein partur ella øll skúlagongdin er í Danmark.

Vit ynskja, at tú ert ágrýtin, álítandi, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur køksroyndir ella fyrsta skúlaskeið uppá 20 vikur, tó ikki neyðugt.

Áhugaði kunnu venda sær til Onnu Østerø við telduposti til anna@hotelvagar.fo.