KOKS leitar eftur tveimun kokkalærlingum

Tímir tú at renna skjótt og hevur áhuga fyri mati?  So er tað júst tær vit hava brúk fyri.

Vit leita eftur kokkalærlingum til KOKS. Lærutíðin byrjar beinaveg.

Tú fer at arbeiða saman við einum ungum og spennandi toymi, har tað er ferð á. Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir, har ein partur ella øll skúlagongdin er í Danmark.

Vit ynskja, at tú hevur køksroyndir og kennir til gundleggjandi matgerð. At tú klárar at halda tænastuna á høgum støði, í einum bráðskiftandi umhvørvi, har ferð er á. Tú ert ágrýtin, álítandi og klárar væl at arbeiða saman við øðrum.

Áhugaði kunnu venda sær til Poul Andrias Ziska á telduposti career@koks.fo