Matstovuleiðari til etika

etika søkir eftir einum framfýsnum matstovuleiðara, at byrja í juli.

etika er fyrsta og einasta sushimatstova í Føroyum, har vit leggja stóran dent á, at veita góða tænastu og sushi av besta slag.

Tínar uppgávur sum leiðari fevna í høvðusheitum um:

  • At vera tænastusinnaður
  • At vera savnandi og sýna blíðskap
  • At hava fíggjarligt innlit og stýring á innkeypi, lønum v.m.
  • Áhaldandi menna etika og skapa góðar karmar fyri  viðskiftafólk og starvsfólk.

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfelagum, í hjartanum í Tórshavn.

Umsóknir við CV, prógvum, viðmælum og tílíkum sendast til: rannva@etika.fo.  Umsóknarfreistin er mánadagin 11. juni.