Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan í Kongagøtu

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Kongagøtu eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 13. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

Størvini eru ávikavís 25 og 30 tímar um vikuna. Um ongin námsfrøðingur verður settur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA

Vit bjóða eitt áhugavert og fjølbroytt starv við góðum námsfrøðiligum møguleikum og góðum karmum inni og úti.

VIT VÆNTA AV TÆR:

at tú hevur hegni og áhuga at skapa ein mennandi, tryggan og
góðan gerandsdag hjá børnunum
at tú hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta
at tú ert sjálvstøðug/-ur og álítandi
at tú ert kveikjandi og við til at menna námsfrøðiliga arbeiði

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen, stovnsleiðara, á telefon 214041.

UMSÓKN

Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir og tilmæli, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. juni 2018.