Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna – farloyvisstarv

Ein av okkara sosialráðgevum fer í barnsburðarfarloyvi og tí søkir Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu eftir einum sosialráðgeva at byrja 1. juli 2018, ella skjótast tilber. Talan er um fulla arbeiðstíð fram til 30. juni 2019.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd og arbeiðið fevnir m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin, at skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni og gera tilmæli til barnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

 

VIT YNSKJA OKKUM STARVSFÓLK, SUM:

hava góð samskiftis- og samstarvsevni
eru jalig og duga at síggja loysnir
tola at arbeiða undir trýsti
hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
hava royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav

FØRLEIKAKRØV

Útbúgving sum sosialráðgevi

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og cv skal sendast Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2018. Merkið umsóknina „Starv í Barnaverndartænastuni“.

LØN- OG SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, leiðara á Sosialu deild, jancy@torshavn.fo, telefon 302010.

———-

Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild. Á deildini starvsast 11 sosialráðgevarar, 6 familjuráðgevarar, 2 sálarfrøðingar og 2 skrivarar.