TÆNARI TIL MATSTOVUNA GRAS

Dámar tær at arbeiða í einum hendingaríkum umhvørvi, har gesturin er í hásæti?

Matstovan GRAS á Hotel Føroym søkir tænarir at byrja beinavegin.

Okkum tørvar fólk til okkara sjálvtøkuborð.

Vit ynskja, at tú klárar at halda tænastuna á einum høgum støði, í einum skiftandi umhvørvi, har ferð er á.

Tú ert ágrýtin, álítandi og klárar væl at arbeiða saman við øðrum.

Áhugaði kunnu venda sær til Line Fuglsbjerg á line@gras.fo.