Umsjónarfólk til veitingareindina

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til veitingareindina, at byrja skjótast til ber.

Umsjónarfólkið vísir til rakstrarformannin,

Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og gevur høvi til persónliga og fakliga menning.

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Tað er eitt krav at umsøkjari hevur stóra koyrikortið.

Starvið er tímalønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn skal sendast til:

Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 400 Oyrarbakki ella til t-post: sunda@sunda.fo

Umsóknin skal vera kommununi í hendi innan mikudagin 11. juni 2018.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Súna Christiansen, tekniska leiðara, á tlf.: 667220.