Farloyvisstarv sum móttøku/skrivstovufólk á Hotel Havn

Søkt verður eftir einum starvsfólki til  Hotel Havn. Talan er um eitt farloyvisstarv frá umleið 6.august 2018 til 6. august 2019. Ella eftir avtalu.

Starvið er fjølbroytt, og fevnir millum annað um móttøku av  gestum, skrivstovuarbeiði, vaktarskema til starvsfólk  og aðrar fyrifallandi uppgávur.

 

Vit leggja dent á, at tú ert:

  • Ein álítandi, fleksibul og ábyrgdarfullur persónur.
  • Ert jaligur, fyrikomandi, væl skipaður í tínum arbeiði og ert arbeiðssamur
  • Hevur góð evni at samskifta og samstarva
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hava nógvar bóltar í luftini í senn.

 

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving, onnur viðkomandi útbúgving ella royndir, er ein fyrimunur.
  • Telduførleika  og kunnleika til enskt á brúkarastøði

 

Arbeiðstíð er uml. 35 tímar um vikuna. Løn eftir avtalu.

Umsókn saman við viðkomandi skjølum kann sendast til Hotel Havn, Dr. Jakobsens gøta 14-16, Tórshavn. Ella til arrow@olivant.fo í seinasta lagi  mánadagin 23. juli 2018.

Um spurningar eru til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Elsu á tlf. 514092