Fysioterapeutur til Fysioterapideildina á Landsjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir fysioterapeuti til Fysioterapideildina. Talan er um parttíðarstarv, 35 tímar um vikuna, til setan 15. august 2018.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, starvsfólkini eru errin av at arbeiða her, og at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.

Á Landssjúkrahúsinum eru medisinskar, psykiatriskar og kirurgiskar sergreinar, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerð, sum er knýtt at hesum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongd.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum 

  • Kanning og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar

Vit leggja dent á 

  • prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
  • fakligar royndir innan sergreinarnar
  • royndir og áhugi fyri barnafysioterapi kann verða ein fyrimunur
  • góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi, aðrar samstarvspartar og primera sektorin

Vit bjóða

  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Álv Hansen, leiðandi fysioterapeutur, tlf. 304500, lokal 5797, alvha@ls.fo

Viðkomandi í settur verður, skal tola broytingar í starvinum.

Umsóknarfreistin er 23. juli 2017.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv”.