Lærlingur til KT-supportina í Klaksvík

Søkt verður eftir einum KT-support lærlingini til Tænastu og Support deildina hjá Nema í Klaksvík at byrja eftir summarferiuna. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og hevur tú áhuga í kunningartøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.

Starvið

Tú verður partur av einum toymi, sum veitir KT-tænastur til fyritøkur og stovnar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum kt-support, netumsiting, levering av kt útgerð og nógvum øðrum spennandi uppgávum.

Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á Stangavegi í Klaksvík, haðani tú eisini fert at samstarva við hinar deildirnar hjá Nema í Føroyum. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Skúlagongdin í lærutíðini er í Føroyum / Danmark.

Tú hevur góðan læruhug og vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema.

Vit bjóða

Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Forvitin?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bárður Sanchez Solmunde á tel. 794 242 ella á bss@nema.fo.

Umsóknir

Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Nema á hrdeildin@nema.foella til:

Nema, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juli 2018. Starvið verður sett eftir summarferiuna. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.