Sjúkrarøktarfrøðingur til medisinsku seingjardeild, B6

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv til B6 á brøki 0,8 í skiftandi vaktum at seta frá 15.09.18.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum, akuttum sjúklingum . Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero- endokrino-, hemato-, reumato-, nephrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Krøv til umsøkjaran:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligur áhugi innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góður telduførleiki
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga ein væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sonju Nielsen, deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036 ella til skriva til lssonni@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23.juli.2018

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skula havast við til eina møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”