Vaskifólk til Teistan

Eitt starv sum vaskifólk er leyst at søkja hjá Strandfaraskip Landsins. Viðkomandi skal byrja umborð á Teistanum, men kann til ein og hvørja tíð verða fluttur til aðrar deildir hjá Strandferðsluni, sum álagt av leiðsluni. Talan er um fast starv, og vit ynskja at viðkomandi kann byrja beinanvegin.

Starvið sum vaskifólk
Starvið er tímalønt og fevnir um alla vanliga reingerð. Arbeiðstíðin er tilsamans 18 tímar um vikuna og fyriskipað í mun til ásetta arbeiðsætlan. Harumframt eru 16 tímar um árið til reingerð av manskapkømrum.

Vit vænta, at
• tú ert álítandi, skyldrøkin og ábyrgdarfullur persónur
• tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
• tú ert likamliga væl fyri
• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
Royndir innan reingerð er ein fyrimunur.

Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Arbeiðarafelag ella avvarðandi limafelag.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av møguligum ummælum skulu sendast til :

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Postboks 30
Fo-810 Tvøroyri

ella við at senda ein teldupost á eyj@ssl.fo
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 19. juli. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skiparan á tlf. 293113.

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið er í støðugum vøkstri, og var í 2017 uml. 1,2 mio. ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 550.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.