Farloyvisstarv sum bókhaldari hjá Sp/f Norðhús

Søkt verður eftir einum starvsfólki til eitt farloyvisstarv frá umleið 1. septembur 2018 til 30. novembur 2019.

Starvið er fjølbroytt, og fevnir um alt vanligt bókhaldsarbeiði, tolling, lønarumsiting og starvsfólkaumsiting.

Umsøkjarar skulu hava útbúgving innan bókhald og fyrisiting. Arbeiðsroyndir við Nema Lundin, Nema Tíð og Nema Løn eru ein fyrimunur.

Løn sambært avtalu.

Aftaná farloyvisstarvið er møguleiki fyri føstum hálvtíðar starvi.

Meira fæst at vita við at venda sær til Hannu Victorsdóttir á telefon 237601 ella í telduposti til hanna@nh.fo

Umsókn, prógv, viðmæli og lívsrensl skulu sendast í telduposti til hanna@nh.fo í seinasta lagi 1. august 2018. Starvið verður sett skjótast gjørligt eftir 1. august, og í seinasta lagi 1. septembur.

Norðhús er millum størru byggifyritøkurnar í Føroyum. Felagið átekur sær alt byggi- og jørðarbeiði. Norðhús leggur dent á at veita dygdargott byggiarbeiði til kundan. Góðska og kundanøgdsemi eru í hásæti. Hjá Norðhús starvast umleið 60 fólk í løtuni.