Hýsingarfólk við flair fyri Linux til Elektron

Hevur tú hug og evni at gerast partur av Føroya (helst) størsta hýsingar-øki? Og hevur tú áhuga í, at uppbyggja Føroya størsta Linux platform? So er Elektron tað rætta staðið fyri teg.

Elektron hýsir í dag yvir 1000 fysiskar og virtuellar servarar, og økið stendur í vøkstri. Fyri tað mesta, er talan um Windows tøkni, men nú er ein verkætlan í gongd, sum setur í verk Føroya størsta Linux grundvøll.

Elektron hevur tí tørv á einum dugnaligum starvsfólki afturat, at hjálpa okkum við hesum. Vit vilja, at starvsfólk okkara eru eyðkend fyri eldhuga, ábyrgdarkenslu og tænastuhuga, og leita vit eisini eftir hesum í tær.

Førleikar

Tú ert roynd/ur í Microsoft Server tøkni
Tú hevur royndir við Linux
Tú dugir at tosa og skriva føroyskt
Tú hevur royndir við shell scripting (t.d. Powershell, Bash ella líknandi)
Tú ert klár/ur at innganga í eina vaktarskipan, har náttararbeiði kann koma fyri
Gott er, um tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni
Gott er, um tú kennir til yvirvakingarskipanir, so sum PRTG.
Gott er, um tú hevur royndir úr líknandi starvi.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um

Verða við til at menna Linux ’parkina’ hjá Elektron
Gera og fylgja mannagongdum
Sjálvvirkja rakstraruppgávur
Rapportera rakstrarstatus
Performance optimering
Vit bjóða tær
Elektron raðfestir trivnaðin høgt. Vit ynskja, at tú sum starvsfólk trívist. Tú fært hóskandi avbjóðingar og møguleikan at menna teg fakliga, eins og persónliga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar samstarvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til tínar royndir og útbúgving.

Umsóknarfreist
Umsókn við CV og avriti av møguligum prógvum, skal verða okkum í hendi seinast 15. august og sendast til mikkel@elektron.fo.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Mikkel Hansen, deildarleiðara, á tlf. 295239.