Parkeringsansari til Tórshavnar Kommunu

Eitt fulltíðar starv sum parkeringsansari í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja til setan 1. september 2018 ella skjótast gjørligt hereftir.

Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið á lønarflokki 2, stig 1. Arbeiði kann verða lagt til rættis millum kl. 08.00 og 22.00, og vaktargjøld verða latin fyri arbeiði eftir kl. 17 yrkadagar og um vikuskifti.

Tað verður javnan skipað fyri undirvísing í ferðslulógini og í mannagongdum í samband við tað, at áleggja parkeringsgjøld.

Setanartreytir:

Umsøkjarar skulu trygdargóðkennast
Umsøkjarar skulu verða fyltir 25 ár
Hava góða heilsu
Tann setti hevur tagnarskyldu!!!

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Kára Thorsteinsson á tlf.nr. 215559.

Umsóknin skal sendast sum teldupostur til FO-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi 31. juli 2018.

John Kølbæk, fúti