Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska depilin/Reumatologiskt ambulatorium

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv til reumatologiskt ambulatoriinum til setan frá 1. august 2018 ella eftir avtalu. Talan er um starvsbrøk 0,8.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

sjúkrarøkt og viðgerð primert
sjúklingar innan Reumatologi
at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
at undirvísa og miðla vitan bæu skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og avvarðandi
Dentur verður lagdur á, at tú hevur:

prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
í minsta lagi 2 ára kliniskar royndir
góð tvørfaklig samstarvsevni
fakligan áhuga í sergreinini
góðan telduførleika
Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur kemoskeið, tó ikki krav

Vit Bjóða

Felags innleiðslu og upplæring
fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
positivt tvørfakligt samstarv
eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum
Nærri fæst at vita við at ringja á 304500, Evu M Holm, deildarleiðara, lokal 6250

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 25. juli 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Roknað verður við at hava setanarsamrøður í viku 30 -31.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv.”