Starvsfólk til Bú- og Virkistilboð í Børkugøtu 2a og 2b

Almannaverkið søkir eftir starvsfólki, ið brenna fyri at arbeiða á serøkinum og vil vera við til at gera borgararnar so sjálvbjargnar, sum teirra fyritreytir loyva.

Arbeiðsuppgávur og væntanir
Í Børkugøtu búgva 8 ung fólk. Í búfyriskipanini verður dentur lagdur á, at tey ungu verða virkin innan skúla, arbeiði ella aðrar mennandi fyriskipanir.

Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri at borgarin fær ein mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, fær neyðugan stuðul og umsorgan og ráðgeving í persónligum viðurskiftum.

Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Tað verður væntað, at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðinum. Arbeitt verður eftir virkisætlanum og mannagongdum, sum er ein partur av arbeiðinum í Bú- og Virkistilboðnum.

Neyðugt er, at tú trívist at vera einsamallur til arbeiðis, ert fleksibul og kanst skapa trivnað. Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Væntað verður, at tú hevur kt-førleika á brúkarastøði.

Um størvini
Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða 30 tímar í miðal um vikuna at byrja 01.09.2018, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag-, kvøld-, og 3 hvørt vikuskiftisvaktir.

Førleikakrøv
Til starvið krevst útbúgving sum námsfrøðingur, heilsurøktari ella ergoterapeutur. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan autismu og menningartarn. Um ongin við nevndu útbúgving søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.

Um Eind 5
Eind 5 er í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum. Eindin er fyri børn, ung og vaksin við menningartarni/autismu.

Til eindina hoyrir Sambýlið í Stoffalág 64, Stoffalág 64 – fyrsta hædd, Sambýlið í Smærugøtu 29, Sambýlið á Grøndlandsvegi 59, Frítíðartilboðið í Svanga, Jolly-klubb, Bú- og Virkistilboð í Børkugøtu 2a og 2b, Búfelagsskapurin Karlamagnusarbreyt 34, Frítíðartilboð SSM og stuðulsfólk.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum – Eind 5. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið ella Ergoterapeutfelagið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn starvsfólk til Stoffalág 64 – Eind 5”.

Meiri kunning um Bú- og Virkistilboðið í Børkugøtu 2a og 2b kann lesast her

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 26.juli 2018 kl.12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Juliannu Næs Olsen, eindarleiðara, tlf. 297426