Starvsfólk til Kundatænastuna hjá Bank Nordik

Vit sóknast eftir dugnaligum, ágrýtnum og fyrikomandi starvsfólkum til Kundatænastuna í høvuðssæti okkara at byrja skjótast gjørligt.

Starvið í Kundatænastuni

Í BankNordik arbeiða vit miðvíst við at veita kundum okkara eina góða tænastu, og í hesum sambandi hevur Kundatænastan ein týðandi leiklut.

Í Kundatænastuni leggja vit okkum eftir at veita eina skjóta, góða og smidliga ráðgeving. Uppgávurnar á deildini eru ymiskar og fevna m.a. um:

Telefonavgreiðslu
Kassaavgreiðslu
Ráðgeving
Netbankaavgreiðslu
Gerandisdagurin í Kundatænastuni er fjølbroyttur og merktur av hjálpsemi og góðum samstarvi millum starvsfelagarnar. Vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki til fulnar og at varðveita eitt gott samanhald og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi á deildini.

Størvini í Kundatænastuni eru í fyrsta umfari tíðaravmarkaði til eitt ár.

Persónlig vangamynd
Vit sóknast eftir starvsfólkum, sum hava hug til at arbeiða í einum jaligum toymi, og sum ynskja at taka virknan lut í arbeiðinum í Kundatænastuni.

Vit leita eftir starvsfólkum, ið fyrst og fremst eru tænastusinnað, ábyrgdarfull, hava jaligan hugburð, og sum bæði duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving innan banka ella aðra viðkomandi útbúgving, men tó ikki eitt krav.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Thorvald Petersen, leiðara í Kundatænastuni, á telefon 330 330 ella á tjp@banknordik.fo ella við Heidi Davidsen, starvsfólkaleiðara, á hd@banknordik.fo

Umsókn
Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. juli 2018. Send tína umsókn við teldubrævi: hr@banknordik.fo.