FK søkir fólk til Slaktaradeildina

Eitt fólk til slaktaradeildina í Hoyvík

Er hugurin til mat og matgerð, og eru nærlagni, tænastusinni og góðska hugtøk, ið eyðkenna teg?

Er svarið játtandi, hava vit eitt starv tøkt í slaktaradeildini í Hoyvík.

Hevur tú royndir innan yrkið, er tað ein fyrimunur, men ikki nøkur treyt, tí vit læra teg upp frá grundini. Arbeiðsplássið er í nýggju slaktaradeildini, ið eisini fevnir um stórkøk við øllum heintleikum.

Vit rokna við, at tú hevur eitt blítt og jaligt lyndi, og dugir at arbeiða skipað – bæði sjálvstøðugt og sum partur av einum toymi.

Tú dugir eisini at leggja viðskiftafólkinum lag á, soleiðis at tey fáa eina góða uppliving heim við sær til døgurðaborðið.

Starvið verður sett skjótast tilber, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um  vikuna, í hesum er annarhvør leygardagur. Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Hevur tú spurningar, ella vilt vita nærri um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Tausen, slaktara, á tlf 789376, 660043 ella um teldupost slaktarin@fk.fo

Umsókn skal sendast:

FK Hoyvik
Att. Jákup Tausen
Postboks 349
FO-188 Hoyvik