Fysioterapeutur til Medisinska depilin

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir fysioterapeuti til farloyvisstarv frá 01.11.2018 – 01.11.2019. Talan er um eitt partíðarstarv, á brøk 0,75.

Á Landssjúkrahúsinum eru medisinskar, psykiatriskar og kirurgiskar sergreinar, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerð, sum er knýtt at hesum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongd.

Á Fysioterapideildini er 1 leiðandi fysioterapeutur, 13 fysioterapeutar og 1 hjálparfólk.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Kanning og viðgerð til børn innan sergreinina

Vit leggja dent á

  • prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
  • fakligar royndir innan sergreinarnar
  • royndir og áhugi fyri barnafysioterapi
  • góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi, aðrar samstarvspartar og primera sektorin

Vit bjóða

  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 19. okt. 2018

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum. 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv”.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Álv Hansen, leiðandi fysioterapeut, tlf. 304500, lokal 5797, alvha@ls.fo

Arbeitt verður við at leggja fysio- og ergoterapideildinar saman og tískil skalt tú tola broytingar í starvinum.