Lærarastarv í Hósvíkar skúla skúlaárið 2018/19

Hevur tú hug at royna teg sum lærara í Hósvíkar skúla, so er ein møguleiki nú. Starvið er tíðaravmarkað hálv tíð skúlaárið 2018/19.

Um starvið
Í Hósvíkar skúla ganga 21 fittir næmingar. Sum lærari í Hósvíkar skúla skalt kunna undirvísa í øllum lærugreinum. Tú skalt eisini halda gott samstarv millum skúla og heim og virka fyri, at næmingarnir trívast og fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalærara- útbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 18.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir saman við avriti av prógvi, c.v. og øðrum skal verða Hósvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 23. oktobur 2018 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til: Hósvíkar skúli, Vørðuvergur 8, FO-420 Hósvík ella við t-posti: olsenfri@gmail.com

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Fríðgerð Ovadóttir, skúlaleiðara, tlf. 581416.