Námsfrøðingur til Dagstovnin í Løkjatúni

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir námsfrøðingi at byrja 1. november 2018.

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til vøggustovu. Talan er um starv á 35 tímar um vikuna.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar námsfrøðing, ið vil arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlag og námsætlan, sum er áhugaður í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi umhvørvi fyri børnini við serligum atliti til at læra.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

hevur eina jaliga menniskjaáskoðan
dámar at vera saman við børnum
hevur góðar samstarvsførleikar
dugir at vera reflekterandi yvir egna praksis
ert áhugað/-ur í fakligari menning
kanst arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir og
megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur

VIT KUNNU BJÓÐA EITT STARV, HAR:

tú hevur møguleika at ávirka tína egna arbeiðsdag
tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í
skiftandi vaktum
vit kunnu bjóða tær eitt fakligt kveikjandi umhvørvi
 eitt umhvørvi, sum er grundað á okkara virðisgrundarlag:
virðing, viðurkenning og javnvirði

Vilt tú vera við til at geva børnunum í Løkjatúni ein spennandi og avbjóðandi gerandisdag, so send okkum eina umsókn.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum vera at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 19. oktober 2018.

 

Setanarsamrøður vera í viku 43.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at vitja heimasíðuna www.lokjatun.fo, ella við at venda sær til Sigrun. D. Magnussen, stovnsleiðara, telefon 214227 ella sigrunma@torshavn.fo