Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum sosialráðgeva at byrja 1. november 2018 ella skjótast til ber. Starvið er eitt fulltíðarstarv.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við dugnaligum starvsfelagum.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd, og fevnir arbeiðið m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin. At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni og gera tilmæli til barnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

VIT YNSKJA OKKUM STARVSFÓLK, SUM:

hava góð samskiftis- og samstarvsevni
eru jalig og duga at síggja loysnir
tola at arbeiða undir trýsti
hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
hava royndir innan barnavernd, tó er hetta ikki eitt krav

FØRLEIKAKRØV

Útbúgving sum sosialráðgevi

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal stílast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin   19. oktober 2018. Merkið umsóknina „Starv í Barnaverndartænastuni“.

LØN- OG SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, leiðara á Sosialu deild, jancy@torshavn.fo, telefon 302060.

———-

Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild. Á deildini starvast 11 sosialráðgevar, 5 familjuráðgevar, 2 sálarfrøðingar og 2 skrivarar.