Vit søkja eftir lærara í tíðaravmarkað starv

Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi at byrja skjótast gjørligt til 27. Juni 2019.

Førleikakrøv: 
Skúlanum tørvar lærara, sum skal undirvísa í grund- og miðdeild í lærugreinunum, danskt, søgu, kristni og handverk og list. Viðkomandi skal eisini kunna undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 –29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

  • At arbeiða í einum lærandi felagsskapi
  • At arbeiða innovativt
  • Í felagsskapi at menna okkum fakliga og sosialt
  • At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

Søkt verður eftir lærara sum:

  • Hevur læraraútbúgving
  • Dugir væl at samstarva og samskifta
  • Áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
  • Dámar avbjóðingar
  • Setir tollyndi í hásætið

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. oktober 2018 kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar til:

Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 17
100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til  eyddis.eidesgaard@skulin.fo

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á tlf. 302540