Arbeiðsfólk til alideildina á Norðskála og í Fuglafirði

Alideildin hjá Vónini á Norðskála og í Fuglafirði søkir eftir tveimum røskum arbeiðsfólkum at byrja skjótast gjørligt fulla tíð.

Arbeiðið fevnir um vanligt neta- og nótarbeiði og spleysing av togi.

Fyrimunur er um tú hevur royndir frá líknandi arbeiði, men er tað ikki nakað krav.

Upplæring verður givin.

Um tú ert áhugaður í hesum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Signar Poulsen á tel 22 20 26 ella sp@vonin.com