Fíggjarfulltrúi til Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið lýsir eftir fíggjarfulltrúa til setan 1. januar 2019. Fíggjarfulltrúin gerst ein partur av okkara toymi á Fíggjardeildini. Vit hugsa at tú ert “bachelor” ella kandidatur frá hægri lærustovni, eitt nú hevur tú eina “kombinatiónsútbúgving” innan fígging og KT, tó er hetta ikki eitt krav. Um hetta er tú, so ert tú kanska fíggjarfulltrúin, sum vit leita eftir. Sum fulltrúi í Fyrisitingini verða uppgávur tínar:

  • at ráðgeva í fíggjarmálum,
  • at menna og viðlíkahalda tvørgangandi hagtalsskipanir,
  • at menna fíggjar- og aktivitetsuppfylgingar serliga á viðgerð uttanlanda,
  • at talgilda samskiftið millum sjúkrahúsverkið í Føroyum og viðgerðarstøð uttanlanda, serliga við Región H.

Fíggjardeildin hevur ábyrgdina av fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsinum og veitir í hesum sambandi tænastu til sjúkrahúsleiðsluna, depilsleiðslurnar, umframt aðrar leiðslur, har tørvur er á tí. Deildin tekur sær eisini av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig viðurskifti.

Tú hevur fíggjarligt tev, dugir at arbeiða við hagtølum, ert “analytisk/ur” og hevur stóran áhuga fyri hesum, eins og tú hevur eina útbúgving ella royndir innan talgildan av mannagongdum. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði í skrift og í talu. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at veita eina góða tænastu, og at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar.

Tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt kunna trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.

Sum persónur ert tú álítandi, fyrikomandi, sosial/ur og hevur ein jaligan hugburð. Vit vænta, at tú ert fleksibul og røkin.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Mittún, fíggjar- og kt-deildarstjóra, tlf. 211800, teldupostur im@ls.fo

Umsóknarfreistin er 25. november 2018

Umsókn við prógvum og CV skal knýtast at talgildu umsóknini og sendast, har tað stendur “søk starvið”

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skal havast við til eina møguliga samrøðu.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.ls.fo og á okkara Facebookvanga.

Vinaliga søk starvið her

Image 01