Málsviðgeri / skrivari til Sosialu deild

Starv sum málsviðgeri / skrivari á Sosialu deild í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja til setan 1. desember 2018 ella skjótast til ber. Talan er um fulla arbeiðstíð.

Sosiala deild er deild í Trivnaðarfyrisitingini og umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, SSP og onnur sosialmál.

Á deildini starvast 21 fólk, tey flestu arbeiða við barnavernd burturav. Deildin hevur fjølbroyttan fakligan profil við sosialráðgevum, námsfrøðiligum familjuráðgevum, sálarfrøðingum og skrivstovufólki.

Uppgávurnar hjá málsviðgeranum / skrivaranum eru tí eisini fjølbroyttar og avbjóðandi. Umframt skrivarauppgávur í mun til málsviðgerararnar á deildini, fevnir starvið eisini um journal, postmóttøku, móttøku av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Harumframt eisini at fyrireika fundir, loysa ávísar uppgávur viðvíkjandi umsiting av samsýningum til fosturforeldur og stuðlar, skráseta hagtøl og fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum v.m.

FØRLEIKAKRØV

Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
Góðar málsligar førleikar, serliga á føroyskum
Royndir innan fyrisiting kann vera ein fyrimunur

VIT ÍMYNDA OKKUM STARVSFÓLK, SUM:

kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
tolir at arbeiða undir trýsti
er fyrikomandi og jaligt
er tænastusinnað og álitisfult
hevur góð evni at samstarva og samskifta

SETANARVIÐURSKIFTI

Løn eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, deildarleiðara, telefon 302060.

Umsókn við prógvum og royndum skal sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Málsviðgeri / skrivari til Sosialu deild“.

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. november 2018.